Tað sigur Olga Kristina Hansen hjá B36 um kappingarárið í Betri Deildini hjá kvinnum, sum byrjar sunnudagin


Hóast Olga Kristina Hansen hevur roynt tað mesta í síni tíð sum fótbóltsleikari, so strembar hon altíð eftir at gerast betri, og ætlanin fyri kappingarárið, sum stendur fyri durum, eru onki undantak.

Tað gjørdist langt ímillum málini og stigini hjá B36 í landskappingini í fjør. Tá kappingarárið var av, høvdu tær hvítu úr Havn vunnið tríggjar dystir og tapt trettan, og tær endaðu tí sum aftasta liðið í deildini.

– Vit skulu fyrst og fremst gerast meira støðugar í okkara spæli og støði, enn vit vóru í fjør. Tá høvdu vit stórar avbjóðingar av, at støðið hjá okkum snøgt sagt var skiftandi. Raktu vit dagin, so kundu vit til dømis vinna ímóti HB (sum endaði á 2. plássi red.), men gekk tað hinvegin, so taptu vit stórt ímóti teimum. Tað snýr seg eisini í stóran mun um , at vit skulu vera meira avgjørdar í verjustøðu, soleiðis at vit ikki koma til at lata ov nógv løtt mál inn. Tann partin skulu vit veruliga royna at gera betri í ár, sigur Olga Kristina Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

Byggja uppá við royndum
Við 175 dystum í bestu føroysku deildini er 30 ára gamli liðskiparin royndasti leikarin á liðnum, sum fyri stóran part er mannað av ungum leikarum.

Harafturímóti hevur árstalsfelagið nógvar evnaríkar og bóltsterkar leikarar í hópinum, harav fleiri longu hava umboðað Føroyar í fleiri ungdómslandsdystum. Millum tær teljast eitt nú Hanna Lamhauge, Bára Magnussen, Birita Rasmussen og fleiri aðrar við. Hesar hava nú eisini royndirnar frá í fjør við í barlastini, og tað gevur liðskiparanum góðar vónir til kappingarárið.

– Vit hava nógvar dugnaligar bóltspælarar, og vit hava eisini nakrar av skjótastu kantunum í deildini. Hjá okkum ræður um at umseta tað til stabilt og væl skipað spæl á vøllinum, og tað er nakað, sum heilt sikkurt kemur við nógvari venjing og dystum, sigur Olga Kristina.

Venjari hjá B36 er, eins og undanfarin ár, Súni Olsen. Men ávísar broytingar gera seg galdandi í hópinum samanborið við farna kappingarár. Toppskjúttin frá í fjør, Sarita Maria Mittfoss er farin til grannarnar í HB, málverjin Jóna Nicolajsen verður ikki millum stengurnar í ár og Armgarð undir Leitinum er givin.

Men B36 hevur eisini havt tilgongd. Ester Ellingsgaard er komin úr HB og so eru fleiri ungir leikarar, sum nú fáa sínar fyrstu minuttir í bestu deildini, eitt nú Jovina av Skarði, Barbara Hammer og málverjin Valborg Østerø.

Ætla sær at arga toppliðini
Málið hjá Olgu Kristinu er einfalt, tí hon fer á vøllin fyri at vinna hvørja ferð. Tó so er hon tilvitað um, at hon og liðfelagarnir kunnu fáa tað trupult í landskappingini, sum í ár telur seks lið.

– Eg vænti, at tað verður ein ordiliga spennandi kapping. KÍ og HB eru framvegis sterk lið, ÍVB er eisini eitt sera gott lið, og so verður tað spennandi at síggja nýggja liðið hjá NSÍ, sum eg eisini vænti nógv av. Har verður heilt sikkurt hørð kapping um ovastu plássini, men vit ætla so avgjørt at gera okkara fyri at bjóða av og vónandi kunnu vit arga og taka stig frá øllum okkara mótstøðuliðum, sigur Olga Kristina Hansen at enda.

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar nú sunnudagin, og í fyrsta dysti tekur B36 ímóti ÍVB. Dysturin teirra millum verður spældur í Gundadali, og byrjar kl. 12.15.  Upptaktsgreinin um ÍVB kann lesast her.