Venjarin hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, Jón Pauli Olsen, gleðir seg til HM-undankappingardystin ímóti Skotlandi, sum verður á Tórsvølli sunnudagin kl. 17:15

Sunnudagin 22. september 2013 verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu fer nakrantíð skal spæla HM-undankappingardyst, tá Skotland kemur á vitjan á Tórsvølli.

At føroyska liðið er komið so mikið langt, er partur av góðu úrslitnum, ið føroysku kvinnurnar fingu í eini mini-kapping í Litava fyrr í ár. Tá eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum at vinna á Georgia og Litava, og spæla javnt ímóti Montenegro, og harvið spæla seg víðari til sjálva HM-undankappingina, ið verður spæld eftir sama leisti sum hjá monnunum.

Hóast Skotland hevur eitt av bestu kvinnulandsliðunum í Europa, so hevur føroyski landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen góðar vónir til dystin ímóti skotum.

– Vit hava góðar vónir, men tað er eingin loyna, at hetta verður ein stór uppgáva fyri okkara kvinnur. Skotland hevur eitt gott kvinnulandslið, og saman við Svøríki, eru tær allarhest sterkasta landið í okkara bólki. Men vit fara at gera okkara besta, og so mugu vit síggja hvussu langt tað ber, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.

Hini londini í bólkinum eru Pólland, Noður Írland og Bosnia/Hersegovina.

Hava fyrireikað seg væl
Føroyska liðið hevur síðani apríl mánaða fyrireikað seg til kappingina, tá tað gjørdist greitt, at Føroyar skuldu taka lut í einari HM-undankapping fyri kvinnur. Og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl.

– Vit hava vant nógv seinastu tíðina, og annars fyrireika okkum so væl sum tilber. Nú gleða vit okkum til dystin ímóti Skotlandi, og eisini at koma í gongd við kappingina, sum verður ein spennandi avbjóðing fyri føroyskan kvinnufótbólt, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen.

HM-undankappingardysturin hjá kvinnum millum Føroyar og Skotland verður á Tórsvølli sunnudagin 22. september, kl. 17:15. Leggjast kann afturat, at áskoðarar hava ókeypis atgongd til dystin.

Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður longu hósdagin 26. september, tá føroysku kvinnurnar skulu royna seg á útivølli ímóti Póllandi.