VIDEO: Sum sjálvboðin í 07 Vestur er Rannvá í Løðu við til at skapa trivnað og gleði í felagnum, umframt at hon setur inn á sálarligu kontuna hjá sær sjálvari


Einum fótbóltsfelag tørvar ikki bara spælarar og venjarar, men eisini hugagóðum sjálvbodnum at røkja allar hugsandi uppgávur. Hesi sjálvbodnu eru gerandishetjurnar, sum fáa alt at ganga upp uttanfyri vøllin, og Rannvá í Løðu er ein teirra. 

Í videobrotinum niðanfyri kanst tú síggja og hoyra, hvussu Rannvá virkar sjálvboðin í 07 Vestur og hvussu nógvar ágóðar hetta gevur henni sálarliga. Sum sjálvboðin fylgir Rannvá nevniliga ABC boðskapinum um at vera virkin, saman og hugbundin.

Sum samstarvspartur í ABC fyri sálarliga heilsu eggjar Fótbóltssambandið sjálvandi fleiri føroyingum til at gera tað sama – kom við í fótbóltsfamiljuna!

Her kanst tú finna yvirlit og upplýsingar um fótbóltsfeløgini kring landið; har er altíð pláss fyri einum afturat.