Mikudagin 15. august spæla Ísland og Føroyar vinardyst í Reykjavík
Sum liður í fyrireikingunum til komandi HM-undankapping, ið fyri bæði Ísland og Føroyar byrjar tann 7. september, er avtala gjørd við KSI, íslendska fótbóltssambandið, at Ísland og Føroyar spæla vinardyst í Reykjavík mikudagin 15. august.
Fyrsti dystur hjá føroyska A-landsliðnum í samband við HM-undankappingina, er á útivølli fríggjadagin 7. september. Tá tekur Týskland ímóti á Hannover Stadium.
Ísland byrjar sína HM-undankapping á heimavølli ímóti Norra.