FSF hevur tikið av innbjóðingini frá maltesiska fótbóltssambandinum, um at Malta og Føroyar spæla vinardyst á Ta’ Qali Leikvøllinum á Malta týsdagin 19. november
Um eina stóra viku, leygardagin 26. oktober, verða seinastu dystirnir í hesum kappingarárinum spældir, tá seinasta umfar í Effodeildini er á skránni. 

Hetta merkir kortini ikki, at føroysku landsliðsleikararnir fáa frí frá fótbóltinum beinanvegin.

Fótbóltssamband Føroya hevur tikið av einari innbjóðing frá maltesiska fótbóltssambandinum, um at Malta og Føroyar spæla vinardyst á Malta týsdagin 19. november. Dysturin verður spældur á Ta’ Qali Leikvøllinum, ið hevur pláss fyri 18.000 áskoðarum kring vøllin.

– Tað er altíð gott hjá føroyska landsliðnum at fáa vinardystir, tí seinastu nógvu árini hevur tað verið trpult hjá okkum at fáa tílíkar dystir, serliga á heimavølli. Hesin dystur hevur nevniliga við sær, at Malta kemur hendanvegin í juni mánaða komandi ár, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum.

Í fjør fóru landsliðsvenjararnir undir at hava vetrarvenjingar við landsliðsleikarunum, og hendan venjingin heldur fram komandi vetur, tá landskappingin endar.

– Nú hava vit so ein dyst at venja fram ímóti, umframt ein møguligan dyst tíðliga í mars mánaða komandi ár, og tað ger tað hugaligari við vetrarvenjingunum, sigur Jóannes Jakobsen.

Føroyar og Malta hava spælt ímóti hvør øðrum tríggjar ferðir áður. Í undankappingini til HM 1998 vóru londini í bólki saman, og í 2004 spældu Føroyar og Malta vinardyst á Svangaskarði.

Í EM-undankappingini endaði báðir dystirnir við 2-1 sigri til Føroyar, og í vinardystinum vann føroyska landsliðið 3-2.

Á seinasta FIFA-styrkislistanum er Malta nummar 140.