VIDEO: Seinnapartin mikudagin vandi A-landsliðið við monnum í Klaksvík. Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Viljormur Davidsen

Leygardagin klokkan 17:00 spælir føroyska A-landsliðið seinasta heimadystin í undankappingini til HM 2018, sum komandi summar verður í Russlandi. Mótstøðuliðið hesaferð er Lettland, sum Føroyar fyri einum ári síðani vunnu 2-0 ímóti.

 

Fyrireikingarnar hjá landsliðnum hava gingið væl, og sum heild eru allir spælararnir væl fyri til uppgávuna ímóti lettum. Seinnapartin mikudagin vandi landsliðið á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, og aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Viljormur í Heiðunum Davidsen.

 

– Vit hava góðar vónir. Tað gekk væl seinast, men vit vita eisini, at hetta verður ein strævin dystur. Vit skulu spæla upp til okkara besta, men gera vit tað, so fáa vit eitt gott úrslit, sigur vinstri bakkurin á føroyska landsliðnum.