Við greiðum sigri á FC Suðuroy, samstundis sum hini oddaliðini mistu stig, styrkti Víkingur um sína støðu í oddinum í Effodeildini
Samstundis sum Víkingur vann sannførandi á FC Suðuroy, spældu EB/Streymur og HB javnleik, meðan B36 tapti annan dystin á rað. Sostatt styrkti Víkingur um oddasessin í Effodeildini. KÍ fekk sín fyrsta sigur í ár, tá teir á heimavøll vunnu á NSÍ, sum nú eru undir niðurflytingarstrikuni. Í fyrsta dystinum á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági, vann TB á ÍF.

Nú øll liðini í bestu deildini hava spælt seks dystir, er Víkingur fremst við 16 stigum. Síðani er rættuliga javnt, og frá nummar 2 til nummar 6 eru bara trý stig á muni.

Víkingur styrkti sína støða
Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík, Víkingur, hevur eftir seks dystir lagt seg trygt á 1. plássið í Effodeildini. Víkingur, sum í 6. umfari hevði heimavøll í Fuglafirði, vann, tá saman um kom, greitt á FC Suðuroy.

Eftir málleysan fyrra hálvleik, við málmøguleikum til báðar partar, setti Víkingur alt upp á pláss eftir steðgin og vann 4-0. Sigurin kundi verði størri, men brotssparkið frá Atla Gregersen fór framvið málinum.

Hóast greiðan sigur til Víking, so var FC Suðuroy væl við stóran part av dystinum, og við eitt sindur av hepni, kundu uppflytararnir havt fingið okkurt mál. Men tá møguleikarnir vóru har, tóku teir ikki av.

Heldur vóru suðuroyingarnir vandamiklari í egnum brotsteigi. Tá góður tími var spældur, gjørdi John T. Poulsen sjálvmál, og lítla løtu seinni beindi Suni úr Hørg bóltin í egið mál. Joseph Bassene økti til 3-0, áðrenn Hjartvard Hansen í 82. minutti slerdi 4-0 sigurin fastan til oddaliðið í Effodeildini.

Úrslit, 6. umfar:
KÍ – NSÍ 3-2
TB – ÍF 1-0
EB/Streymur – HB 2-2
B36 – B68 1-2
Víkingur – FC Suðuroy 4-0

Støðan í Effodeildini