Við einum teprum 1-0 sigri á verandi føroyameistarunum úr Klaksvík, sær nú út til, at Víkingur stríkur avstað í oddanum í Betrideildini hjá kvinnum
——————
Bara ein dystur í Betrideildini hjá kvinnum hevur verið á skránni um vikuskiftið.
Í Sarpugerði í Norðragøtu var veruligt oddabrak millum nummar 1 og 2, Víking og KÍ, sum undan dystinum høvdu ávikavist 26 og 25 stig.
Og við einum teprum 1-0 sigri til ljósabláa heimaliðið, staðfesti Víkingur sína støðu sum oddalið í fremstu deildini hjá kvinnum. Einasta málið í dystinum skoraði Jens Tórolvsdóttir, tá hon í 54. minutti setti bóltin í netið.
Samandráttur frá dystinum sæst á heimasíðuni hjá Televarpinum, www.tv.fo.
Hinir tríggir dystirnar í Betrideildini hjá kvinnum hetta umfarið verða spældir seinni í vikuni, og síðst í mánaðinum.
Týskvøldið klokkan 18:00 fær NSÍ vitjan B36, og leygardagin klokkan 12:00 tekur Skála ímóti FC Hoyvík undir Mýruhjalla. Fjórði dysturin verður á ólavsøku, sunnudagin 28. juli, tá HB fær vitjan av TB/FCS/Royn.