Terji Nielsen, ítróttarskrivari á Dimmalætting, væntar, at tað verða Víkingur og HB ið koma at spæla ársins finalu í kappingini um Løgmanssteypið
Mikudagin 9. mai verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Klokkan 17:00 byrjar dysturin í Fuglafirði millum Víking og FC Suðuroy, og klokkan 18:30 verður bríkslað í gongd við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur tekur ímóti HB.
Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Terji Nielsen, ítróttarskrivari á Dimmalætting, um dystirnar.
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar mikudagin 23. mai. Finalan verða á Tórsvølli leygardagin 25. august.