Við einum trivaligum sigri á FC Hoyvík, samstundis sum NSÍ vann á KÍ, hevur Víkingur nú lagt seg á odda í Betrideildini hjá kvinnum

——————

Tað er okkurt, ið bendir á, at tað fer at vera rættuliga trongligt millum fremstu liðini í Betrideildini hjá kvinnum, tá føroyameistaraheitið skal avgerast í heyst.

Nú níggju umfør eru spæld í grundspælinum, er Víkingur fremst við 23 stigum, meðan KÍ og NSÍ hava ávikavist 22 og 20 stig. Nummar 4 er HB við 16 stigum.

Fult umfar hevur verið á skránni um vikuskiftið. Í Runavík vann NSÍ 1-0 á KÍ, í Gundadali vann HB 8-1 á Skála, og í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur 12-0 á FC Hoyvík. Fjórði dysturin var eisini í Gundadali, har B36 og TB/FCS/Royn spældu javnleik 1-1.

Stigatalvan og leikskráin: Betrideildin kvinnur