Leygardagin varð síðsta punktum sett fyri Betrideildina hjá monnum. Víkingur fór avstað við meistaraheitinum, meðan Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ gjørdist ársins toppskjútti
Víkingur er føroyameistari í fremstu deildini hjá monnum í 2024. Fyri einari viku síðani tryggjaði teir ljósabláu sær meistaraheitið við javnleiki 1-1 í Gundadali móti HB, og leygardagin var krúnan sett á verkið tá Víkingur á heimavølli vann 4-1 á 07 Vestur.
Úrslitini í síðsta umfari høvdu við sær, at Víkingur endaði ovast við 73 stigum, nummar tvey bleiv KÍ við 67 stigum, og á triðja plássi endaði HB við 56 stigum.
Á toppskjúttaralistanum gjørdist Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ drúgvastur við 23 málum. Honum á baki komu Petur Knudsen úr NSÍ við 15 málum, og á einum deildum triðja plássið endaðu Poul Kallsberg úr Víkingi og Áki Samuelsen úr HB, ið skutu 12 mál í part.
Meðan alt var avgjørt í oddinum, áðrenn seinasta umfar, so var stórur spenningur í botninum um, hvørt tað skuldi verða Skála ella B68, ið fór at varðveita sessin í Betrideildini. Tá avtornaði drógu toftamenn longra stráið.
B68 vann 4-1 á útivølli móti NSÍ, samstundis sum Skála misti alt á gólvið í Gundadali, har teir vóru á vitjan hjá B36. Úrslitið gjørdist 3-0 til árstalsfelagið.
Samanumtikið er eitt gott, spennandi og hendingaríkt fótbóltsárið komið at endanum, og sum heild hevur gingist væl at avgreiða kappingarnar. Um eina viku, leygardagin 2. november klokkan 19:00, er finalan um Løgmanssteypið á skránni, tá B36 og HB bresta saman á Tórsvølli.