Kaj Leo í Bartalstovu og Víkingur vunnu triðja dystin á rað, og er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík er nú einsamalt á odda í Effodeildini
Fult umfar hevur verið í Effodeildini í dag, og við sigri á B68, er Víkingur nú einsamalt á odda í fremstu deildini hjá monnum. HB fekk eitt stig í Klaksvík, og í Havn endaði eisini við javnleiki, har B36 tók ímóti ÍF.

Víkingur hevði í dag vitjan av toftamonnum, og við málum frá Evrad Ble og Kaj Leo í Bartalstovu, vann felagsliðið 2-0 á B68.

Í Klaksvík spældu KÍ og HB javnleik 1-1, og sama úrslit varð í dystinum í Gundadali, har B36 hevði vitjan av ÍF.

FC Suðuroy fekk sítt fyrsta stig í ár, tá teir á útivøllu spældu málleysan javnleik ímóti NSÍ.

Fimti dystur í dag varð settur í gongd kl. 16, tá EB/Streymur á heimavølli tók ímóti TB. Tíggju minuttir fyri leiklok legði Egil á Bø heimaliðið á odda, og við einum leikara meir á vøllinum, sá leingi út til at EB/Streymur skuldi fáa fyrsta sigurin í ár. Men tveir minuttir út yvir vanligu leiktíðina eydnaðist tað gestunum at javna til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Støðan í Effodeildini