Í fjórðingsfinaluni og í hálvfinalunum leikaði hart á, men tá avtornaði hevði Víkingur tryggja sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið
Síðani felagsliðið úr Gøtu og Leirvík, Víkingur varð stovnað í 2008, hava teir mest sum á hvørjum ári verið millum fremstu liðini í landskappingini, og í steypakappingini hevur sum heild eisini hilnast væl hjá unga felagnum.
Longu árið eftir stovnanina, vann Víkingur Løgmanssteypið. Í finaluni fyri trimum árum síðani vann felagsliðið úr Eysturkommunu tepran 3-2 sigur á EB/Streymi.
Nú vit skriva 2012, er Víkingur aftur annað av liðunum, ið skal spæla árins steypafinalu, men vegurin til finaluna hevur verið strævin. Í 1. umfari, í fjórðingsfinaluni og í hálvfinaluni sigldu víkingarnir í tungum sjógvi.
Fyrsta mótstøðulið Víkingar sendu úr kappingini, var B36, sum bleiv sent til Havnar aftur við einum teprum 1-0 tapi.
Í fjórðingsfinaluni vóru toftamenn frammanfyri við einum, til tríggir minuttir vóru eftir at spæla av longdu leiktíðini. Men við tveimum málum frá liðskiparanum Atla Gregresen, endaði alt við, at Víkingur spældi seg í hálvfinaluna, har FC Suðuroy var hin parturin.
Men aftur her leikaði hart á hjá Víkingi, áðrenn finaluplássið gjørdist veruleiki.
Víkingur vann fyrru hálvfinaluni tepurt. Úrslitið gjørdist 1-0 til felagsliðið úr Gøtu og Leirvík, og tí var lagt upp til eina spennandi seinnu hálvfinaluna á Eiðinum í Vági, mikukvøldið 23. mai.
FC Suðuroy spældi allarhelst besta dyst á árinum, og beint eftir steðgin legði Jón Krosslá Poulsen heimaliðið á odda. Nú stóð á jøvnum 1-1 samanlagt.
Heimaliðið á Eiðinum legði nú nógv fyri at fáa sigursmálið, men í staðin svaraði Víkingur aftur. Tá góður tími var spældur, javnaði Lasse Qvist til 1-1, sum gjørdi, at FC Suðuroy skuldi skjóta tvey mál, um finaluplássið skuldi gerast teirra.
Nærri enn tí eina málinum komu suðuroyingarnir ikki, sum Palli Augustinussen skoraði í yvirtíðini.
Samanlagt gjørdist úrslitið 2-2, men aftur her var tað liðið, ið fekk fleiri mál á útivølli, ið spældi seg í finaluna.
Innslagið niðanfyri er frá 3-2 hjá Kringvarpinum, í samband við seinni hálvfinaluna millum FC Suðuroy og Víking.