Hjartvard Hansen og Víkingur eru nú fremstir í Effodeildini. Eftir at øll liðini hava spælt fimm dystir, er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík fremst við 13 stigum, tvey stig meir enn HB
Við teprum sigri í Fuglafirði, er Víkingur nýtt oddalið í Effodeildini. Í Runavík var HB aftanfyri við tveimum í steðginum, men tá avtornaði vann HB við tveimum. Í Gundadali vann EB/Streymur á B36, og í Vági vunnu toftamenn 1-0 á FC Suðuroy. Í Klaksvík endaði málleyst millum KÍ og TB.
ÍF – Víkingur 1-2 (0-1)
Við teprum sigri á ÍF, hevur Víkingur lagt seg á odda í Effodeildini. Víkingur vann 2-1, eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til felagsliðið. Joseph Bassene og Hjartvard Hansen skoraðu málini fyri Víking. Einsamalla málið hjá ÍF gjørdi Høgni Zachariassen.
NSÍ – HB 2-4 (2-0)
Við Løkin í Runavík tók NSÍ ímóti HB, og eftir fyrra hálvleik sá út til, at øll stigini fóru at enda í Runavík. Eftir fyrstu 45 minuttirnar var støðan nevniliga 2-0 til NSÍ. Árni Frederiksberg legði heimaliðið á odda í 41. minutti, og ein minutt fyri steðgin økti Klæmint A. Olsen til 2-0. Áðrenn hálvleik fekk HB gyltan møguleika at minka um munin, men Kristian Joensen bjargaði brotssparkinum frá Christian R. Mouritsen.
Tá góður tími var spældur, varð aftur dømt brotsspark til HB. Men aftur hesu ferð bjargaði Kristian Joensen.
Ikki fyrr enn 72 minuttir vóru spældir, bragdaði hjá havnamonnum, og eftir hetta fekk HB fýra mál, og vann 4-2.
Andrew av Fløtum og Hallur Hansson skoraðu tvey mál í part fyri HB.
FC Suðuroy – B68 0-1 (0-0)
Toftamenn fingu fult, tá teir seinnapartin vóru í Vági, har FC Suðuroy var vertur. Eftir málleysan fyrra hálvleik, eydnaðist tað B68 at fáa mál tá góður tími var spældur. Einsamalla málið á Vágseiði gjørdi Christian Høgni Jacobsen, eftir innlegg frá Einar T. Hansen.
B36 – EB/Streymur 1-2 (0-0)
Leif Niclasen gjørdist dagsins hetja fyri EB/Streym, tá felagsliðið úr Sundalagnum í dag vann 2-1 ímóti B36. Leif Niclasen, ið avloysti ein skaddan Arnbjørn Hansen í álopinum hjá EB/Streymi, skoraði bæði málini fyri gestirnar í Gundadali. Málið hjá B36 gjørdi Jonas Flindt Rasmussen.
KÍ – TB 0-0 (0-0)
Einki mál kom í dystinum millum KÍ og TB, sum byrjaði kl. 17. Við javnleikinum lyftu tvøramenn seg av aftasta plássinum, og eru nú nummar 9 í Effodeildini. TB hevur nú tvey stig, meðan FC Suðuroy nú er aftast við einum stigi.