FSF Varpið: Hóast sera keðiligar umstøður í regni og vindi, hepnaðist fyrsta royndi við eyka hjálpardómarum væl
– Eyka hjálpardómarin er fyri at hjálpa dómarinum at døma í 16-meturinum, og at meta um, um bólturin til dømis er innanfyri ella uttanfyri, og at taka truplar avgerðir frá einum øðrum vinkuli, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF.

Í FSF Varpinum hesaferð er, umframt øll málini í 4-1 sigrinum hjá Víkingi ímóti EB/Streymi í fyrru hálvfinaluni, eisini samrøður við Lassin Isaksen, dómaraleiðara, og Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi, um royndina at nýta seks dómarar í einum fótbóltsdysti.