FSF Varpið: Leingi er tað, ið væl skal verða. Men her eru málini frá teimum trimum dystunum í Betri Deildini hjá monnum, sum vórðu spældir hósdagin undan steypafinaluni
Hósdagin undan steypafinaluna vórðu tríggir dystir í Betri Deildini hjá monnum á skránni. NSÍ og TB/FCS/Royn vunnu bæði 2-0 móti ávikavist AB og Víkingi, meðan dysturin á Eiði millum EB/Streym og Skála endaði við javnleiki 1-1.
Seinastu dagarnar hevur FSF Varpið havt nakrar tøkniligar avbjóðingar, men hesar eru nú komnar í rættlag, og umsíðir kunnu vit vísa tey seks málini, sum blivu skoraði í fremstu deildini hjá monnum hósdagin 23. august.