KÍ vann finaluna um Cadbury steypið, í steypakappingini fyri Dreingir U15. Klaksvíkingar vunnu 4-2 eftir longda leiktíð. Her ber til at síggja allan dystin
Ársins fyrsta steypafinala varð spæld við Løkin í Runavík mikukvøldið. Talan var um finaluna um Cadbury-steypið fyri Dreingir U15.
Neyðugt var við umdysti, fyri at finna eina vinnara. Klaksvíkingar vóru á odda við tveimum til fáir minuttir vóru eftir at spæla, men í seinastu løtu eydnaðist Víkingi at fáa tvey mál. Í umdystinum drógu teir á KÍ-liðnum longra stráið, og vunnu til endans 4-2.
Niðanfyri ber til at síggja allan dystin. Frásøgumaður er Tróndur Arge, og viðmerkjari er U17-landsliðsvenjarin, Áki Johansen.