KÍ heldur fram í sama lag í 1. deild hjá kvinnum. Mánadagin vunnu klaksvíkskvinnur oddadystin ímóti EBS/Skála. Úrslitið gjørdist 3-1 til KÍ
Malena Josephsen skoraði tvey, og Evi á Lakjuni eitt, tá KÍ mánadagin vann 3-1 á EBS/Skála í 1. deild hjá kvinnum. Tað var annars felagsliðið, ið kom á odda tíggju minuttir áðrenn steðgin, við máli sum Margunn Lindholm skoraði.
Leiðslan hjá EBS/Skála helt sær til 72 minuttir vóru spældir, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til KÍ. Malena Josephsen var trygg úr ellivu metrum, og so var javnleikur. Tíggju minuttir seinni var aftur brotsspark til KÍ, og aftur var tað Malena, ið setti bóltin í málið. Og tá góðir fimm minuttir vóru eftir at spæla slerdi Evi á Lakjuni sigurin fastan, tá hon skoraði til 3-1 til KÍ.
Í FSF Varpinum ber til at síggja tey fýra málini, sum vórðu skoraði í oddadystinum í fremstu deildini hjá kvinnum.