FSF Varpið: Her ber til at síggja øll málini í teimum fýra dystunum, ið higartil eru spældir í 16. umfari í EFFO-deildini
27. juli spældu ÍF og Skála, og AB og EB/Streymur, meðan ólavsøkudystirnir í ár vóru ímillum HB og B68, og B36 og KÍ.

Fimti dysturin, sum er grannauppgerðin ímillum ÍF og Víking, er vegna Europa League luttøku hjá Víkingi fluttur til mikudagin 17. september.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini, sum vóru gjørd í teimum fýra dystunum.