Video: Toftamenn vunnu útsettu fjórðingsfinaluna ímóti ÍF. Úrslitið gjørdist 4-3 til B68, eftir 3-1 leiðslu í steðginum
Tað verður B68 sum skal møta HB í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta gjørdist greitt, eftir at toftamenn vunnu 4-3 í fjórðingsfinaluni ímóti ÍF.

Í FSF Varpinum eru øll málini úr dystinum, umframt samrøður við Jógvan Martin Olsen, venjara hjá B68, og Albert Ellefsen, venjara hjá ÍF.