Við 2-1 sigri á HB, gjørdist B36 fyrsta felag, ið vann Solarsteypið, sum er nýggja steypakappingin fyri Dreingir U15

B36 er fyrsti vinnarin av Solarsteypinum, ið er nýggja steypakappingin fyri Dreingir U15. Í finaluni møttust B36 og HB, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til árstalsfelagið.

 

Hanus Reinert legði B36 á odda, og stutt eftir steðgin økti Finnur Johannesen til 2-0. HB minkaði um munin, tá Magnus Rubek Carlsen fimm minuttir áðrenn leiklok setti bóltin í netið. Men nærri kom HB ikki, og so vann B36 fyrstu finaluna um Solarsteypið.

 

Niðanfyri ber til at síggja finaluna um Solarsteypið. Frásøgumaður er Heðin Arge, og viðmerkjari er Jan Mølvad Laursen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.