A-landsliðið kvinnur: Svøríki vann 5-0, men veruliga skrædlið, ið nógv høvdu væntað, kom ongantíð

Lat tað verða sagt beinanvegin, at svensku kvinnurnar vóru betra enn tær føroysku, men veruliga skrædlið, ið nógv høvdu væntað, kom ongantíð. Dysturin endaði 5-0 til sviar, eftir 4-0 leiðslu í steðginum.

Føroyska liðið legði stóran dent á verjuspælið, og tað riggaði eisini væl stórar partar av dystinum, umframt at Randi Wardum í føroyska málinum spældi ein góðan dyst.

Einasti veruligi føroyski málmøguleikin á Gamla Ullevi í Gøteborg kom stutt fyri leiklok, tá Heidi Sevdal fangaði bóltin frá svensku verjuni, ið tóktist taka heldur lætt upp á uppgávuna seinastu løtuna. Heidi setti ferð ímóti málinum, men kroyst av tveimum verjuleikarum og svenska málverjanum, fingu sviar vart fyri, og so spurdist ikki meir burtur úr.

Sum heild vóru føroysku leikararnir og venjarin nøgd við úrslitið, hóast talan gjørdist um eitt lítið stórtap. Undan dystinum vóru tað nevniliga fleiri ið væntaðu, at svenski sigurin fór at verða munandi størri, men føroysku kvinnurnar stríddust væl allar 90 minuttirnar.

Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður 5. apríl komandi ár, tá Bosnia vitjar í Føroyum, og fýra dagar seinni skulu føroysku kvinnurnar aftur royna seg á heimavølli, tá Norður Írland kemur á vitjan.


Føroyski hópurin til dystin ímóti Svøríki 31. oktober 2013