Leygardagin 17. november skipar FSF fyri verkstovu (workshop) um føroyskan Barna- og ungdómsfótbólt
Verkstovan byrjar kl. 9 leygardagin 17. november, men frá kl. 08.15 ber til at fáa morgunmat í FSF-húsinum, og á middegi bjóðar Fótbóltssamband Føroya døgurða.

FSF vónar og væntar, at øll feløg verða umboðaði hendan dagin av venjarum og fólki, sum vara av barna- og ungdómsfótbóltinum í felagnum.

Endamálið við verkstovuni er at seta fokus á barna- og ungdómsfótbóltin í Føroyum. Spurt verður um hvussu vit skapa eitt umhvørvi og eina skipan sum ger, at barna- og ungdómsfótbólturin kann røkka einum av yvirskipaðu málunum hjá FSF, sum er at fáa fleiri at spæla fótbólt so leingi sum gjørligt samsvarandi førleika og áhuga/ambitiónum.

Aðrir viðkomandi spurningar vera eitt nú:
– Hvat er virðisgrundarlagið fyri barna- og ungdómsfótbóltinum?
– Er samsvar millum yvirskipaða málið hjá FSF og feløgunum?
– Hava ymsu feløgini somu mál?

Skeiðsleiðari verður Helgi Rasmussen.

Dagurin verður skipaður soleiðis, at tað verða luttakararnir sum fáa møguleikan at brúka sína vitan og sínar royndir í arbeiðinum at røkka yvirskipaða málinum um barna- og ungdómsfótbólt.

Fótbóltssamband Føroya vónar, at feløgini fara at taka væl undir hesum tiltaki, so barna- og ungdómsfótbóltur, og harvið allur føroyskur fótbóltur, framhaldandi kann mennast.

Hvørt felag kann senda trý fólk til fundin, og verða feløgini biðin um at senda tilmeldingina til [email protected], í seinasta lagi týsdagin 13. november 2012.