Avtala er gjørd við KSI, íslendska fótbóltssambandið, at Føroyar og Ísland spæla venjingardyst á Tórsvølli fríggjadagin 4. juni kl. 19:45

——————

Føroyska A-landsliðið við monnum sleppur av álvara í eldin í komandi ári. Umframt at skula spæla tíggju HM-undankappingardystir, verða tveir venjingardystir eisini á skránni í 2021. Og nú er greitt, at annar venjingardysturin verður ímóti Íslandi.

Avtala er nevniliga gjørd við KSI, íslendska fótbóltssambandið, at Føroyar og Ísland spæla A-landsdyst á einum nýumvældum Tórsvølli fríggjadagin 4. juni klokkan 19:45.

Hetta verður samstundis fyrsti venjingardystur hjá A-landsliðnum við monnum á heimavølli í 17 ár. Seinast føroyska liðið spældi venjingardyst í Føroyum var tann 18. august í 2004, tá Malta var á vitjan á Svangaskarði. Føroyar vunnu 3-2, við málum frá Jákupi á Borg, Rógva Jacobsen og Fróða Benjaminsen.

Arbeitt verður við at fáa ein venjingardyst afturat í juni mánað, men hvar og hvat mótstøðulandið verður, er ikki komið endaliga upp á pláss enn.

Hvussu verður við áskoðarum til landsdystirnar í 2021 er framvegis óvist, men vónandi fer at bera til at hava áskoðarar kring vøllin til venjingardystin móti íslendingum, og til HM-undankappingardystirnar, sum verða á heimavølli í september og oktober mánað.

Um so verður, verða atgongumerkini sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya einaferð í vár.​