Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Jón Pauli Olsen, hevur góðar vónir undan dystunum ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi
– Vánaligi veturin hevur havt við sær, at nakrar venjingar eru blivnar avlýstar, men sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum næstu dagarnar skal spæla tveir HM-undankappingardystir á heimavølli ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi.

Leygardagin 5. apríl spæla Føroyar og Bosnia/Hersigovina, og hósdagin 10. apríl verður tað Norðurírland, ið vitjar á Tórsvølli. Báðir dystirnar byrja klokkan 19:00.

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er føroyska kvinnulandsliðið nummar 70 av teimum 186 londunum, ið eru á listanum. Tíggju pláss aftanfyri Føroyar er Bosnia/Hersigovina, meðan norðuríska kvinnulandsliðið í løtuni er nummar 57.

– Tað er eitt sindur trupult at siga, hvussu sterkar tær bosnisku og norðurírsku eru, í mun til hini londini, sum vit hava spælt ímóti. Vit ætla okkum fram á vøllin, men tað er sjálvandi ikki nakað vit avgera sjálvi. Kortini eru vónirnar góðar fyri góðum úrslitum í hesum báðum dystunum, sigur Jón Pauli Olsen.

Føroyska liðið er nakað skert til dystin ímóti Bosnia/Hersigovina. Heidi Sevdal hevur leikbann, og verður tí ikki við, og har afturat hava onkrir av lyklaleikarunum smærri skaðar at dragast við.

– Vit hava gott fólk kring hópin, so eg vænti, at tær flestu verða klárar at spæla leygardagin, og aftur hósdagin í komandi viku, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda.

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt av, at tað verður ókeypis atgongd til undankappingardystirnar, sum nú verða. Tí vónar FSF, at tað verða nógvir áskoðarar kring Tórsvøll leygarkvøldið og hóskvøldið í næstu viku, fyri at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum.