2.-4. og 9.-11. mars er M2-málmansvenjaraskeið á skránni, og frá 22. mars til 14. juni skipar Fótbóltssamband Føroyar fyri B4-venjaraskeiði
M2-málmansvenjaraskeið
M2-málmansvenjaraskeiðið verður í FSF-húsinum í Havn, 2.-4. og 9.-11. mars, og er tilsamans 50 tímar. M2-skeiðið er samstundis hægsta málmansvenjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya. Skeiðið byrjar fríggjadag kl. 16, og endar sunnudag kl. 17. Undirvísarar verða Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen.
ENDAMÁL/INNIHALD
M2-málmansvenjaraskeiðið er framhald av M1-skeiðinum. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.
Málið við M2-skeiðinum er millum annað, at luttakararnir skulu:
– Læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing
– Læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing
– Fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin
– Nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin
– Nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjingOngin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
UPPTØKUTREYTIR
Luttakarin skal hava tikið M1-málmansvenjaraskeiðið og/ella B1-venjaraskeiði og vera 18 ár ella eldri. Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá reglunum um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
LUTTØKUGJALD
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 3.000 kr. Men eins og til onnur venjaraskeið hjá FSF, er M2-málmansvenjaraskeiðið ókeypis fyri kvinnur.
TILMELDING
Áhugað kunnu tilmelda seg sjálvi, ella við at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingin víðari til FSF.
Vinarliga nýtið tilmeldingarlepan niðanfyri, og sendi hann beinleiðis til [email protected].
Tilmeldingin kann eisini sendast við posti ella fax. 31 90 79.
Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.
(Eik Banki: 9181-263.457.2, Bank Nordik: 6460-100.390.0, Norðoya Sparikassi: 9865-100.251.2 og Suðuroyar Sparikassi: 9870-100.251.2) Viðmerk: B2 skeið feb 2012.Tilmeldingarfreistin er mánadagin 27. februar 2012.Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected], ella tel. 29 19 77.Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku.
B4-venjaraskeið
Byrjað verður hósdagin 22. mars kl 18.00 í FSF-húsinum. Hildið verður fram 19. apríl og 31. mai. Og seinasta samling verður hósdagin 14. juni. Tilsamans eru sostatt fýra slíkar hósdags-samlingar á umleið tríggjar og ein hálvan tíma.
Hetta er tann ástøðiligi parturin. Evni sum ársætlan, menning av einstaka leikaranum og eginmenning eru partur av innihaldinum.
Harumframt eru 3-4 vitjanir úti í felagnum hjá luttakaranum, har venjing og persónlig vegleiðing er á skránni – tann meira praktiski parturin. Í hesum partinum koma luttakarar eisini at arbeiða saman.
Skeiðið er fyri tey, sum hava tikið B3-skeiðið (tað, sum var B2 fram til ársenda 2007). Luttøka er eisini treytað av, at viðkomandi er venjari hjá hóskandi liði. Vinarliga viðmerki hetta á viðfesta tilmeldingarblaðnum.
B4-venjaraskeiðið gevur atgongd til at fara upp til B-próvtøku í august/september 2012. B-prógv er ein av fyritreytunum fyri upptøku á A-venjaraútbúgvingina.
Luttøkugjaldið fyri B4-venjaraskeiðið er 3.000 kr., og skal gjaldast á kontu hjá FSF í einum av peningastovnunum. Viðmerk: B4 skeið mars 2012.
(Konto: Eik 9181-263.457.2, BankNordik 6460-100.390.0, Norðoyar Sparikassi 9865-100.251.2, Suðuroyar Sparikassi 9870-100.251.2)
Tilmeldingarfreistin er úti hósdagin 8. mars 2012.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected], ella tel. 29 19 77.