U15-landsliðið: Eftir at hava verið aftanfyri við einum máli í steðginum, eydnaðist tað føroysku dreingjunum at venda gongdini og vinna dystin ímóti HB Køge
Føroyska U15-landsliðið spældi í gjár fjórða dystin í Brøndby Cup í Danmark. Mótstøðuliðið hesuferð var HB Køge, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til føroyska liðið. Sigurin hevur við sær, at føroysku dreingirnir í morgin skulu spæla um 9. plássið í kappingini.

Tað var annars HB Køge ið kom betri frá byrjan, og tá liðini fóru at hvíla seg var støðan 1-0 til donsku dreingirnar.

Nógvu dystirnir seinastu dagarnar sást aftur á okkara dreingjum, og møðin hevði veruliga hug at gera vart við seg. Tí avgjørdu venjararnir at gera tríggjar skiftingar í steðginum, og tað skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð.

Í seinna hálvleiki vóru okkara dreingir nógv meira ágangandi, og við tveimum málum eftir steðgin vann føroyska liðið 2-1. Fannhard Skoradal og Jákup L. Thomsen skoraði málini fyri Føroyar.

Úrslitið hevur við sær, at U15-landsliðið skal spæla um 9. plássið í Brøndby Cup 2012. Mótstøðuliðið í seinasta dystinum verður OB.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar hóskvøldið.

Hagtøl