Við 4-1 sigri á B68 í dag, hevur 07 Vestur tryggjað sær pláss í Effodeildini komandi kappingarár
Vágoyggin verður aftur umboðað í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum komandi kappingarár. Hetta er greitt, eftir at 07 Vestur í dag hevur vunnið 4-1 á útivølli móti B68.
Steðgurin í næstbestu deildini gjørdist sostatt ikki drúgvur fyri vágamenn á hesum sinni.
Hóast tvey umfør eru eftir at spæla í 1. deild hjá monnnum, er greitt, at 07 Vestur vinnur deildini. Men framvegis er hørð kapping um hitt uppflytingarplássið, sum AB og Skála stríðast um.
Eftir 25 umfør hava vágamenn 62 stig, meðan AB og Skála eru á 2. og 3. plássi við ávikavist 55 og 54 stigum.
Aftast í næstbestu deildini eru NSÍ og B68, og eisini her er greitt, at hesi bæði liðini flyta niður og spæla í 2. deild næsta kappingarár.
Úrslitini í 25. umfari vórðu hesi:
B68 – 07 Vestur 1-4
NSÍ – AB 0-2
Skála – B71 5-2
Víkingur – KÍ 3-0
EB/Streymur – HB 2-2