Símun Samuelsen letur væl at fyrireikingunum undan dystinum ímóti Eysturríki, og sigur eisini, at Gunnar Nielsen er størsta stjørna, hann nakrantíð hevur spælt saman við
Í samrøðu við FSF Varpið sigur Símun Samuelsen, at fyrireikingarnar undan dystinum ímóti Eysturríki ganga væl.
Og hóast vágbingurin í HB bara var sjey ára gamal, og tískil ikki minnist nógv av tí sum hendi, tá Føroyar vunnu í Landskrona, so er tað nakað serligt at spæla ímóti Eysturríki.
Har afturat sigur framrættaði miðvallarin úr HB, at málverjin Gunnar Nielsen uttan iva er størsta stjørnan, hann nakrantíð hevur spælt á liði saman við.
Hoyr alla samrøðuna við Símun Samuelsen í innslagnum niðanfyri.