A-landsliðið kvinnur: Hósdagin skal føroyska kvinnulandsliðið undir eina av sínum størstu avbjóðingum nakrantíð, tá føroysku kvinnurnar skulu royna seg á útivølli ímóti Svøríki, ið telist millum bestu kvinnulið í heiminum

– Eg havi sæð nógvar dystir hjá svenska kvinnulandsliðnum á DVD,og tað er einki at ivast í, at sviar hava eitt tað besta kvinnulandsliðið í heiminum fyri tíðina, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen, sum í hesum døgum fyrireikar føroyska kvinnulandsliðið til eina av størstu avbjóðingunum nakrantíð, tá kvinnurnar hósdagin skulu royna seg á útivølli ímóti Svøríki.

Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum mánamorgunin, við kós móti svenska býnum Gøteborg, har HM-undankappingardysturin millum Svøríki og Føroyar verður spældur hósdagin á Gamla Ullevi Leikvøllinum, ið hevur pláss fyri 19.000 áskoðarum kring vøllin.

– Fyrireikingarnar hava gingið væl, og umstøðurnar her í Gøteborg eru sera góðar. Allar eru til reiðar at møta Svøríki, men tað er eingin loyna, at hetta verður ein stór avbjóðing. Væntandi koma vit undir stórt trýst frá byrjan, og tað er ikki óhugsandi, at sviar fara at leggja okkum undir trýst allan dystin, sigur føroyski landsliðsvenjarin undan dystin ímóti Svøríki.

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er svenska kvinnulandsliðið nummar 5, og tí má roknast við, at tað verður sera torført hjá okkara kvinnum, at fáa stig á Gamla Ullevi í Gøteborg.

– Svenski venjarin roynir eina nýggja skipan, við at spæla 4-1-3-2. Men seinasta leygardag, tá Svøríki spældi á útivølli ímóti Bosnia, riggaði skipanin ikki so væl, tí svenska landsliðið vann "bara" 1-0. Vit fara í øllum føri at gera okkara besta, og so mugu vit bara vóna, at tað røkkur til eitt gott úrslit, sigur Jón Pauli Olsen, ið ikki væntar, at tað fer at koma sum eitt yvirraskilsi fyri nakran, um føroyska liðið tapir HM-undankappingardystin móti Svøríki hósdagin.

Á seinasta FIFA-styrkislistanum er Svøríki nummar 5, meðan føroyska liðið er á 67. plássi í løtuni.

HM-undankappingardysturin millum Svøríki og Føroyar verður bríkslaður í gongd kl. 18:00, føroyska tíð, hósdagin 31. oktober.