Eini hálvt hundrað fólk høvdu leitað sær í Posthúskjallaran fríggjadagin 2. desember, tá bind 2 og 3 um føroysku fótbóltssøguna, vórðu lagdar alment fram
Fríggjadagin 2. desember, skipað Fótbóltssamband Føroya fyri almennari móttøku í Posthúskjallarinum í Tórsgøtu í miðbýnum í Havn.
Á skránni var bókaframløga av bind tvey og trý um føroysku fótbóltssøguna, sum Suni Merkistein, vegna Fótbóltssamband Føroya, hevur skrivað.
Christian Andreasen, FSF-forseti, bjóðaði vælkomin, og Suni Merkistein segði eisini nøkur orð.
Síðani fingu øll ið møtt vóru til bókaframløguna, møguleikan at ognað sær eitt eintak av bind 2 og 3, sum rithøvundurin signeraði.
Bind 2 viðgerð árini frá 1960 til 1979, meðan bind 3 viðgerð føroysku fótbóltssøguna frá 1980 og næstu tíggju árini, til 1989.
Tað er Fótbóltssamband Føroya ið gevur bøkurnat út, og væntandi verða fimm bind tilsamans. Í fjør kom bind 1 út, har árini 1892 til 1959 vórðu viðgjørd, og nú eru so bind tvey og trý komin. Kostnaðurin er kr. 249,- fyri hvørt bind.
Fjórða og fimta bind koma væntandi út næstu tvey árini. Fjórða bind viðgerð tíðarskeiðið 1990 til 1999, meðan fimta bind viðgerð føroysku fótbóltssøguna frá 2000 til 2009.
Bind 2 og 3 um føroysku fótbóltssøguna kemur væntandi í bókahandlarnar kring landið mikudagin 7. desember.