Leygardagin 14. februar varð árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í nýggja FSF-bygninginum við Tórsvøll
36. árið á rað varð aðalfundur hildin í Fótbóltssambandi Føroya, tá limafeløgini møttust til fundar í nýggja FSF-bygninginum við Tórsvøll leygardagin 14. februar.

Aðalfundurin byrjaði við, at fundarfólkið mintust Birgir Enghamar og Gunnar Zachariassen, ið báðir lótu lív í farna ári. Síðani varð fundarstjóri valdur, og formansfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2014 vórðu løgd fram og samtykt.

Eitt stórmál var á skránni, og var tað uppskot frá FC Suðuroy, um at broyta fremstu deildini hjá monnum soleiðis, at tað frá 2016 at rokna verða 12 lið í EFFO-deildini. Men eftir stutt orðaskifti valdi FC Suðuroy at taka uppskotið aftur, og fór tað tískil ikki undir atkvøðugreiðslu.

Á aðalfundinum hesaferð var starvsnevndarval eisini á skránni. Jógvan Páll Joensen, Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen stóðu fyri vali. Jógvan Páll Joensen varð afturvaldur, meðan Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen valdu at takka fyri seg. Í teirra stað blivu Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen valdir, og eru teir sostatt nýggir í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Fundurin gekk væl, og eftir góðar tveir tímar kundi fundarstjórin taka saman um og takka fyri ein góðan og siðiligan fund.

Myndir