Vikuskiftið 24. til 26. februar varð skipað fyri B1-venjaraskeiði á Tvøroyri
Seglloftið og Sevmýra á Tvøroyri vóru karmur um B1-venjaraskeið, ið Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri seinasta vikuskifti í februar. Og karmarnir um skeiðið andaði av søgu.

Á sera hugnaliga Seglloftinum var ástøðiligi parturin, har Anna Kirstin og hennara ternur syrgdu fyri hugna og øllum góðum til máltíðirnar, meðan praktikkin var á fótbóltsvøllinum á Sevmýru.

Nærum 30 dreingir í aldurinum 6 til 12 ár møttu trúliga til allar venjingarnar, og gjørdu sítt til, at teir 11 luttakararnir fingu góðar umstøður at royna seg í venjaraleiklutinum.

Helst var hetta seinasta venjaraskeið á Sevmýru, nú nýggjur vøllur verður lagdur á í Trongisvági, og væntandi verður liðugur seinni í vár.

Vit søgdu takk fyri okkum við ikki sært av sorgblídni, hendan eitt sindur illfýsna sunnudagin í februar 2012, og kundu taka undir við áskriftini á TB-húsinum: “Sevmýra – takk fyri alt”.

B1 venjaraskeið var á Tvøroyri í vikuskiftinum 24-26 februar – á Sevmýri og Seglloftinum.
Karmarnir um skeiðið andaðu av søgu. Sera hugnaliga Seglloftið var karmur um ástøðiliga partin. Og Anna Kirstin og hennara ternur syrgdu fyri hugna og øllum góðum til máltiðirnar.
Praktikkin var á Sevmýri. Útvið 30 dreingir í aldrinum 6 til 12 ár møttu trúliga til allar venjingarnar og gjørdu sítt til, at teir 11 luttakararnir fingu góðar umstøður at royna seg í venjaraleiklutinum.
Helst var hetta seinasta venjaraskeiðið á Sevmýri, nú nýggjur vøllur verður liðugur í Trongisvági seinni í vár. Vit søgdu takk fyri okkum við ikki sørt av sorgblídni hendan eitt sindur illfýsna sunnudagin í februar 2012 og kundu taka undir við áksriftini á TB-húsinum: “SEVMÝRI – takk fyri alt”.