Farna vikuskiftið varð skipað fyri M2-málmansvenjaraskeiði á Sandi. Í alt 15 málverjar og málmansvenjarar luttóku á skeiðnum
Depilin í Skálavík og vøllurin Inni í Dal á Sandi vóru farna vikuskiftið karmur um M2-málmansvenjaraskeið, ið Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri.
Instruktørar á skeiðnum vóru fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Jens Marin Knudsen og Jákup Mikkelsen, og teir lata væl at skeiðnum og serliga umstøðunum í Skálavík.
– Tað riggar óføra væl at hava internatskeið á Sandoynni. Umstøðurnar á Deplinum í Skálavík eru framúr, við eini góðari høll. Eisini er lætt at sleppa framat vøllinum Inni í Dal á Sandi, har ein ítróttarhøll liggur beint við vøllin, ið vit eisini kundu brúka, sigur Jens Martin Knudsen, venjarainstruktørur.
Endamálið við M2-skeiðnum er millum annað, at luttakararnir skulu læra at meta um førleikarnar hjá málmonnunum, við støði í dysti og venjing, og at læra at tilrættisleggja og hava dygdargóðar málmansvenjingar. Har afturat fingu luttakararnir vitan um fysisku og taktisku krøvini, ið verða sett til málverjar.
Myndir: Eli Hentze