Farnu dagarnar hevur norðurlendsk grassrootsráðstevna verið hildin í Føroyum. Øll norðurlondini luttóku á stevnuni, við umleið 25 luttakarum í alt
Øll tey norðurlendsku fótbóltssambondini vóru við á norðurlendska grassrootsfundinum, ið byrjaði seinnapartin mánadagin og helt fram til á middegi mikudagin.

Nógv evni í sambandi við fótbóltsmenning í ymsu norðurlendsku londunum hvør sær, eins og í økinum sum heild blivu umrødd og viðgjørd, og ikki minst var stórur áhugi fyri at finna fram til, hví og hvussu íslendingar hava tikið seg so nógv fram seinnu árini.

Kjakast varð eisini um góðskumenning av feløgunum, venjaraútbúgvingar, krøv til venjarar og leiðarar og nógv annað, ið serliga hevur við menning av yngri leikarum at gera.

Millum teir føroyingar, sum høvdu upplegg á ráðstevnuni, vóru eitt nú Magni Mohr, doktari, Eli Hentze, U15-landsliðsvenjari og høvuðsungdómsvenjari í B71 og Petur Simonsen, tekniskur stjóri í FSF.

Luttakararnir á ráðstevnu vitjaðu eisini á Tórsvølli, har Rúni Abrahamsen, arkitektur, greiddi frá útbyggingini, og somuleiðis vitjaðu luttakararnir B36, har teir serliga fingu frágreiðing um ungdómsarbeiðið í felagnum.

Fundurin í Føroyum hesa vikuna er ein regluligur norðurlendskur grassrootsfundur, sum norðurlendsku londini skipa fyri sínamillum annaðhvørt ár.

Um tvey ár verður norðurlendski grassrootsfundurin eftir ætlan hildin í Danmark.


Myndir: Hans Erik Danielsen