Í døgunum 18. til 21. september var FSF vertur fyri árligu norðurlendsku fótbóltsráðstevnuni, sum í ár legði dent á málmansvenjing og kropsliga venjing
Árliga norðurlendska fótbóltsráðstevnan, sum norðurlendsku fótbóltssambondini hava skipað fyri síðani miðskeiðis í 90’unum, var í ár hildin í Føroyum.
Leikaramenning og venjaraútbúgving er vanliga á skránni á hesum ráðstevnum, men í ár varð dentur lagdur á málmansvenjing og kropsliga venjing.
Umframt føroysku venjararnar, sum vóru eini 20 í tali, vóru eisini 15 luttakarar úr hinum norðurlondunum.
Jan Erik Stinesen, málmansvenjarainstruktørur hjá norska fótbóltssambandinum, og sum hevur staðið fyri at endurnýggja útbúgvingina av málverjum, tók sær av málmansvenjingini.
Jan Erik vísti millum annað á, í tráð við nýggja rákið og dagsins krøv til málverjan, at orðið "málverji" er skift út við "málleikari". Ein ábending um, at málverjin ikki bara verjir málið, men eisini er ein týðandi viðleikari, tá liðið hevur bóltin.
Í samband við kropsligu venjingina, undirvísti Magni Mohr, har hann vísti á nýggjastu kanningarnar innan fysiska venjing, og nýggjastu tøknina til at máta kropsliga belastningin.
Magni Mohr vísti eisini á týdningin av persónligari venjing hjá einstaka leikaranum, tá talan er um kropsliga venjing.
Dreingirnir á fótbóltsskúlanum hjálptu til, tá venjingarnar vóru á vøllinum, bæði til málmansvenjingina og í kropsligu venjingini.
Í fjør var Noreg vertur fyri Norðurlendska Fótbóltsráðstevnuni, og í 2013 verður ráðstevnan hildin í Danmark.