Íalt 21 luttakarar hava seinastu tvey vikuskiftini verið til B3-venjaraskeiðið í FSF-húsinum í Havn. Og sum heild eydnaðist skeiðið væl
Á B3-venjaraskeiðnum verður serligur dentur lagdur á tilrættislegging av venjing, taktiska venjing, fysiska venjing, leiðslu, dyst og dystarleiðslu og Fair Play/samskifti, umframt at nakað av málmansvenjing eisini var á skránni.

B3-venjaraskeiðið er í alt 50 tímar.

Hesaferð tóku 21 luttakarar av møguleikanum, og sum heild eydnaðist skeiðið sera væl, har allir luttakararnir fingu møguleikan at royna seg sum venjarar.

Skeiðsleiðarar vóru Jógvan Martin Olsen og Pauli Poulsen, meðan Jens Martin Knudsen stóð fyri málmansvenjingini. Har afturat undirvísti Hans Mourits Foldbo í leiðslu og Fair Play/samskifti.

Allir luttakarar sum hava fingið B3-luttøkubræv, kunnu síðani fari víðari til B4-skeiðið, sum verður frá mars til juni komandi ár.


Standandi f.v.: Ásbjørn Nattestad, Erik Nielsen, Petur í Gong, Oddur Olsen, Niel Petersen, Brian Fossabrúgv, Pauli Poulsen, Erling Dalsgaard, Seinolvur Gudmundsson, Poul G. Olsen, Dánial Pauli Davidsen, Hans Erik Danielsen, Edmund Jacobsen, Jóan Pauli Jacobsen og Poul Helgi Jacobsen.
Húkandi f.v.: Beinta Danielsen, Álvur Jacobsen, Simona Heinesen, Jens Erik Rasmussen, Helgi Rasmussen, Karsten Hansen og Hjørdis Petersen.

Fleiri myndir