24 luttakarar vóru til B2-venjaraskeiðið, ið FSF hevur skipað fyri seinastu tvey vikuskiftini

Seinastu tvey vikuskiftini hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri B2-venjarskeiði í FSF-húsinum í Havn. 24 luttakarar vóru til skeiðið, sum hesafer eisini fevndi um M1-málmansvenjaraskeiðið. Hetta førdi samstundis við sær, at B2-skeiðið nú er 50 tímar, í mun til 40 tímar, ið B2-skeiðið áður hevur verið.

Hóast veðrið seinasta vikuskifti ikki var av tí frægasta, so tóku lutakararnir, saman við undirvísarunum, ið hesaferð vóru Bjrøn Krog, Eyðun Klakstein og Jens Martin Knudsen, avbjóðingina á seg og høvdu eitt væleydnað venjaraskeið.

Seinnapartin sunnudagin (19. feb.) var Fair Play á skránni, og tá sluppu lutakararnir at royna seg í gerð á einum kavaklæddum Niðara Vølli í Gundadali. Kappingin varð skipað soleiðis, at tað vóru tey eldru ímóti teimum yngru.

Ongin kæra er komin til Fótbóltssamband Føroya enn, so helst hevur Fair Play-andin verið í hásæti. Tað er upp til lesaran/hyggjaran at meta um hvør fór avstað við sigrinum.