Fríggjadagin varð skipað fyri móttøku í FSF-húsinum, í samband við at Petur Simonsen gevst í starvinum sum tekniskur stjóri í FSF, samstundis sum Pætur S. Clementsen tekur við
Væl av fólki var komið saman, talur vórðu hildnar, og gávur og blómur blivu handaðar, tá Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin skipaði fyri móttøku fyri Peturi Simonsen og Pæturi Smith Clementsen.
Á nýggjárinum gavst Petur Simonsen vegna aldur sum tekniskur stjóri í FSF, og í hansara stað hevur FSF sett Pætur S. Clementsen.
Hóast ungan aldur, hevur nýggi tekniski stjórin, ið er um at verða útbúgvin sum European master of sports and exercise psychology við lærda háskúlan í Keypmannahavn, drúgvar royndir sum venjari
Pætur byrjaði sum 15 ára gamal at venja børn og ung, og hevur eisini verið høvuðsungdómsvenjari hjá HB og KÍ. Har afturat hevur Pætur Clementsen royndir í donskum ungdómsfótbólti, og fyri trimum árum síðani eydnaðist tað Pæturi at vinna danska meistaraheitið við U15-liðnum við dreingjum hjá Lyngby.
– Hetta verður ein spennandi avbjóðing. Eg síggi nógvar møguleikar í føroyskum fótbólti, og nú gleði eg meg av álvara at koma í gongd í starvinum, sigur Pætur Smith Clementsen, nýggi tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya.