Sum partur av #footballpeople og #equalgame vikuni hjá UEFA, skipaði FSF sunnudagin fyri fótbóltstiltakið, serliga ætlað børnum við tilflytarabakgrund. Eini 20 børn luttóku

Farna sunnudag var Ovara vøllur í Gundadali karmur um fótbóltstiltak, serliga ætlað børnum við tilflytarabakgrund. Endamálið við tiltakinum var at geva børnunum møguleikan at hugna sær við fótbóltinum, samstundis sum foreldrini vórðu kunnaði um, hvussu børn teirra kunnu gerast limir í einum fótbóltsfelag, og soleiðis blíva partur av skipaða fótbóltinum í føroyum.  

 

– Tiltakið eydnaðist sera væl. Eini 20 børn luttóku og hesi hugnaðu sær avbera væl, sigur Andrass Thomsen, ið saman við Christinu Ravnsfjall, samskipaði tiltakið.

 

Flestu føroysk børn eru virkin í einum ella fleiri ítróttarfeløgum, og er hetta tí ein týdningarmikil partur av uppvøkstri og trivnaðinum í Føroyum. Ynskiligt er tí, at børn við tilflytarabakgrund eisini luttaka í hesum.

 

Í norðanlondum er tað heilt vanligt, at børn og ung íðka ítrótt fyri tann sosiala partin. Men tað er ikki eins vanligt í nógvum øðrum londum, har tað so at siga bara verður gjørt við einum elitu endamáli.

 

Fótbóltssamband Føroya stóð fyri tiltakinum, ið var partur av #footballpeople og #equalgame vikuni hjá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, sum var í síðsu viku.

 

Eftir ætlan verður skipað fyri einum líknandi tiltaki aftur komandi ár, tá nýggja kappingarárið byrjar.