UEFA hevur í dag kunngjørt avtalu við DAZN og Youtube, sum gevur øllum heiminum møguleika fyri at síggja Champions League kappingina hjá kvinnum ókeypis


Fleiri eygu skulu síggja heimsins bestu kvinnuligu fótbóltsspælarar kappast um Champions League steypið komandi árini. UEFA hevur í dag kunngjørt avtalu við stroymingstænastuna DAZN og Youtube, sum inniber, at allir dystirnir frá bólkaspæli til finalu í Champions League kunnu stroymast beinleiðis og ókeypis til og við 2025. 

Avtalan er liður í heildarætlanini hjá UEFA til frama fyri kvinnufótbólt, har ein partur snýr seg um at økja um virðið og eksponeringina av kvinnufótbóltinum. Í samband við tíðindini hava DAZN og UEFA lagt eitt filmsbrot á Youtube við boðskapinum um, at fleiri eygu bera við sær framburð á kvinnusíðuni í evropeiskum fótbólti – videobrotið sæst niðanfyri.

Avtalan gerst virkin við byrjanina av bólkaspælinum í ársins útgávu av Uefa Women’s Champions League, tað vil siga í oktober í ár. Áðrenn tað eru innleiðandi umførini á skránni, og har er tað KÍ, sum umboðar Føroyar. Greipuvinnararnir eru við í pottinum, tá lutakastið verður um dystirnar í fyrsta umfari nú fríggjadagin. 

Champions League dystirnir hjá KÍ verða spældir 18. og 21. august.