FSF Varpið: Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir einum nýggjum leikara til føroyska hópin, eftir at Rógvi Baldvinsson fekk gult kort móti Írlandi, og tískil er leikbannaður móti svium

Í innslagnum niðanfyri tekur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, samanum dystin móti Írlandi, sum Føroyar taptu 3-0. Eisini verður mett um komandi dyst, ið verður týsdagin móti Svøríki. Somuleiðis kemur Jóannes Jakobsen inn á, hvør tann nýggi leikarin í føroyska hópinum er til dystin móti svium.

Umframt hæddarpunkt frá dystinum móti írum, er til seinast í innslagnum møguleiki at síggja og hoyra tá Evi Tausen sang "Tú alfagra land mítt" á Aviva Stadion fríggjakvøldið.