EM undankappingardysturin hjá A-landsliðnum við kvinnum móti Norra um knappar tvær vikur er avlýstur
26. november skuldu Føroyar spæla næstseinasta dystin í verandi undankapping móti Norra. Men støðan við korona er somikið álvarsom í Norra í løtuni, at UEFA hevur gjørt av at avlýsa dystin. Norsku kvinnurnar høvdu eisini ein venjingardyst eftir ímóti Englandi, men hesin er somuleiðis avlýstur.
Komandi dysturin hjá Føroyum í hesari undankappingini verður sostatt eisini hin seinasti. Hann verður á útivølli móti Norðurírlandi 1. desember.