Hanus Sørensen syrgdi fyri málinum, tá føroyska manslandsliðið vann ein uppibornan 1-0 sigur á Lettlandi

——————

Eftir at hava tapt tepurt fyri Estlandi, reisti føroyska manslandsliðið seg aftur týsdagin, tá Lettland tók ímóti á LNK Stadion í Riga.

Sæð yvir allar 90 minuttirnar var føroyska liðið omaná, og fult uppiborið endaði tað eisini við føroyskum sigri í seinnapartssólina í lettiska høvuðsstaðnum.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar. Einasta málið í dystinum skoraði Hanus Sørensen tá níggju minuttir restaðu í at spæla.

Estland vann Baltic Cup 2026. Í finaluni vunnu estar 1-0 á Litava við máli sum Karel Mustmaa skoraði tíggju minuttir fyri leiklok.

Næsta uppgáva hjá føroyska manslandsliðnum er UEFA Nations League, sum er á skránni í heyst. Fyrsti dysturin verður á Tórsvølli sunnudagin 26. septembur klokkan 17:00, tá Kasakstan kemur á vitjan. Hini londini í bólkinum eru Moldova og Slovakia.

Myndir: Hans Erik Danielsen