Klæmint Andrasson Olsen og Heini Vatnsdal gjørdu málini í 2-1 sigrinum á Moldova. Talan var um ein uppibornan sigur til Føroyar, í einum dysti, sum bleiv heldur óneyðuga spennandi móti endanum

——————

Týsdagin spældi føroyska A-landsliðið við monnum triðja og seinasta HM-undankappingardystin í hesum umfarinum, sum hava verið á skránni farnu vikuna.

Og talan gjørdist um ein uppibornan sigur á Moldova. Úrslitið bleiv 2-1 til Føroyar, eftir málleysan fyrra hálvleik.

Toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen legði føroyska liðið á odda tá seinna hálvleikur var hálvrunnin, og bara fýra minuttir seinni økti Heini Vatnsdal til 2-0.

Føroyska liðið hevði tamarhald á dystinum, og sat eisini á meginpartin av spælinum. Men stutt fyri leiklok fingu moldovar spenning í. Ein misskiljing í føroysku verjuni hevði við sær, at Nicolae Milinceanu minkaði um munin.

Moldovar royndu at trýsta seinastu løtuni, og tað bleiv heldur óneyðuga spennandi síðstu minuttirnar. Men føroyska liðið spældi klókt, og tískil komu gestirnir ikki nærri.

Nú øll londini í bólkinum hava spælt seks dystir, er Danmark fremst við fullum stigatali. Danir vunnu týsdagin ein sannførandi 5-0 sigur á heimavølli móti Ísrael, og í Eysturríki fóru skotar avstað við øllum stigunum. Skotland vann 1-0.

Danir hava 18 stig, Skotland 11, meðan Israel hevur 10 stig. Síðan kemur Eysturríki við 7 stigum, Føroyar eru á 5. plássi við 4 stigum, og aftast er Moldova við einum stigi.

A-landsliðsfótbóltur við monnum verður aftur á skránni tann 9. oktober, tá eysturríkarar koma á vitjan í Føroyum. Tríggjar dagar seinni, tann 12. oktober, spæla Føroyar og Skotland á Tórsvølli.

Myndir: Hans Erik Danielsen og Bjarni Enghamar