Við 3-2 sigri á B36 hóskvøldið, hevur KÍ lagt seg á odda í kappingini hjá Dreingir U18
Nú tvey umfør eru eftir at spæla í kappingini hjá Dreingir U18, hava trý lið framvegis møguleikan at gerast føroyameistarar.
Hóskvøldið spældu steypavinnararnir úr B36 og KÍ útsettan dyst í Havn, og endin gjørdist ein tepur 3-2 sigur til dreingirnar úr Klaksvík, eftir at KÍ var frammanfyri við einum í steðginum.
Longu í 2. minutti legði Petur Andreasen KÍ á sigurskós, og lítla løtu seinni økti Dávid Langgaard til 2-0. Men tá góður hálvur tími var spældur, minkaði Rúni Seloy um munin, og beint eftir hvíldina javnaði B36, tá KÍ-leikarin Jens Pauli Mohr var óheppin at beina bóltin í egið mál.
Men dreingirnir úr Klaksvík vildu hava sigurin og øll stigini, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, skoraði Jóannes Bjartalíð til 3-2 fyri KÍ, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Við sigrinum á B36, hevur KÍ lagt seg á odda í kappingini hjá Dreingir U18 við 26 stigum, meðan HB er á 2. plássi við 25 stigum. Nummar 3 er B36 við 24 stigum.
FM kann avgerast mánakvøldið
Næstseinasta umfar verður spælt komandi mánakvøld. Í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36, og við Løkin í Runavík tekur NSÍ ímóti KÍ. Triðji dysturin skuldi verði spældur á Svangaskarði, millum B68 og EB/Streym. Men av tí at dreingirnir av Toftum hava tikið liðið úr kappingini, vinnur EB/Streymur dystin 3-0.
Vinnur KÍ dystin við Løkin í Runavík, hava dreingirnir úr Klaksvík samstundis tryggjað sær føroyameistaraheitið.
Seinasta umfar hjá Dreingir U18 skuldi eftir ætlan verði spælt mánakvøldið 24. september. Men av tí at U19-landsliðið við dreingjum skal til EM-undankapping í Estlandi hendan dagin, er seinasta umfar framskundað til hósdagin 20. september.