Aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur givið Undrið FF viðhald í kæru mótvegis FF Giza/FC Hoyvík, um brúk av ólógligum leikarum
Eftir dystin millum Giza/Hoyvík og Undrið FF í bólki F í 3. deild, spældur 31. mars, sendi Undrið FF kæru til Fótbóltssamband Føroya.
Í kæruni vísti Undrið FF á, at Giza/Hoyvík hevði gjørt brúk av leikarum, ið ikki vóru skrásettir rætt.
Undan samanleggingini av FF Giza og FC Hoyvík, varð avtalað gjørd, ið innibar, at allir leikarar, ið spældu við felagsliðnum Giza/Hoyvík, skuldu vera skrásettir hjá FC Hoyvík.
Á dómaraseðilinum í omanfyri nevnda dysti, spældu seks leikarar við Giza/Hoyvík, ið ikki vóru skrásettir í FC Hoyvík, og vóru teir tískil ikki skrásettir rætt.
Undrið FF kærdi, og eftir at kæran er viðgjørd í Aganevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, er niðurstøðan, at Giza/Hoyvík hevði brúkt seks leikarar uttan neyðugu loyvini, og verða teir tí dømdir at tapa dystin móti Undrið FF 0-3.
Úrskurðurin kann lesast HER
Framyvir verða Kæruúrskurðir frá Aganevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, at finna í slóðini "Kæruúrskurðir" undir "FSF" í breddanum ovast, og í snarslóðunum niðast á heimasíðu FSF.