Við 3-0 sigri ímóti B68, samstundis sum AB og Giza/Hoyvík taptu sínar dystir, er Undrið FF nú einsamalt á odda í 2. deild hjá monnum
Fult umfar í triðbestu deildini hjá monnum varð spælt leygardagin, og nú øll liðini hava spælt fýra dystir, er Undrið FF einsamalt á odda í deildini við fullum stigatali.

Á Toftum tók B68 ímóti Undrið FF, og tá avtornaði fóru havnamenninir avstað við sigrinum og øllum trimum stigunum. Úrslitið gjørdist 3-0 til Undrið, sum var frammanfyri við einum í steðginum.

Málini hjá gestunum á Svangaskarði gjørdi Rani Jacobsen, sum skoraði tvær ferðir, og Janus M. Joensen.

Sigurin hevur við sær, at Undrið FF nú er einsamalt á odda í triðbestu deildini hjá monnum við fullum stigatali.

Úrslitini í 4. umfari vóru hesi:
KÍ – ÍF 5-1
MB – FC Suðuroy 3-0
Skála – AB 4-2
NSÍ – Giza/Hoyvík 3-0
B68 – Undrið FF 0-3

Støðan 2. deild menn