Føroyska U21-landsliðið skal í kvøld undir eina av sínum størstu avbjóðingum nakrantíð, tá føroyska liðið skal royna seg á útivølli ímóti Týsklandi

Í kvøld kl. 17:30 skal føroyska U21-landsliðið undir eina av sínum størstu avbjóðingum nakrantíð, tá týska U21-landsliðið tekur ímóti á Auestadion í Kassel, ið liggur nakað norðanfyri Frankfurt.

Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum leygardagin, og síðani hava venjararnir, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham fyrireika leikararnir til stóru uppgávuna, ið stendur fyri framman.

Undan fráferð komu trý avboð, men U21-landsliðsvenjararnir eru væl nøgdir við hópin, ið teir hava tøkan til dystin ímóti Týsklandi. Sum skilst eru allir leikararnir væl fyri, og tað veður væntandi neyðugt, um føroyska liðið skal fáa nakað burtur úr dystinum í kvøld.

– Vónirnar eru góðar. Hetta er ein dystur, ið allir dreingir droyma um at sleppa at spæla, og tað er ikki sørt, at okkara leikarar eru fegnir um avbjóðingina, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Týska U21-landsliðið er millum fremstu U21-lið í Europa, og tí kann roknast við, at føroysku leikararnir koma undir stórt trýst í kvøld. Tað eru venjararnir, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham eisini greiðir yvir, og tí skal leggjast nógv fyri, um okkara leikarar skulu koma heim aftur við einum góðum úrsliti.

– Føroyska U21-landsliðið fer altíð á vøllin fyri at vinna, men givið er, at onkuntíð noyðast vit at siga, at fáa vit eitt stig, so er tað eisini í lagi. Okkara mál til dystin í kvøld er fyrst og fremst at halda týskarunum frá at skora, og síðani fáa vit at síggja hvussu møguleikarnir hjá okkum eru fyri at gera eitt ella fleiri mál. So ein javnleikur í kvøld vildi verið eitt gott úrslit, sigur Bill McLeod Jacobsen, undan dystinum ímóti týska stórveldinum.

EM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar byrjar sum áður nevnt kl. 17:30 (føroyska tíð), og møguleiki verður eisini at síggja dystin beinleiðis á Eurosport. Fyri føroysku leikararnir er hetta eitt gylt høvi at vísa seg fram, og tað eru leikararnir eisini greiðir yvir. Men sambært U21-landsliðsvenjaranum er hetta kortini ikki nakað, ið órógvar fyrireikingarnar.

– Givið er, at hetta er ein fantastiskur møguleiki hjá okkum, at seta Føroyar á europakortið enn einaferð, og hjá okkara leikarum, at vísa seg fram í fótbólts europa. Reklamuvirðið í hesum kann ikki príssetast, men eitt er heilt sikkurt, tað er stuttligt at vera við á hesum støðinum – og Føroyar hava møguleika fyri massivari umtalu, sigur Bill McLeod Jacobsen úr Kassel í Týsklandi.

EM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður bríkslaður í gongd kl. 17:30. Teir, ið byrja fyri Føroyar, eru hesir: Teitur M. Gestsson, Báður Hansen, Hørður Askham. Sonni Ragnar Nattestad, Rene Shaki Joensen, Tróndur Jensen, Brandur Olsen, Árni Frederiksberg, Ári Ó. Ellingsgaard, Gilli Sørensen og Gunnar Zachariassen.

Á bonkinum frá byrjan vera: Hallgrím G. Hansen, Pál Mohr Joensen, Sørmundur Á Kalsø, Beinir Ellefsen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein og Heðin Hansen.