Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið U21-landsliðið, sum í september skal spæla á útivølli móti Montenegro og Norðurmakedónia

– Vit hava úttikið ein sera sterkan hóp, ið kemur at taka við sær alt tað, ið riggaði móti Kasakstan á heimajørð í juni mánað, og sum eisini skal royna at bøta um tað, ið eydnaðist minni væl.

 

Soleiðis sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF, í samband við úttøkuna til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Norðurmakedónia, sum verða á útivølli í næstum.

 

Fríggjadagin 6. september spæla Montenegro og Føroyar á Niksic Stadion í Niksic í Montenegro, og týsdagin 10. september hittast Norðurmakedónia og Føroyar á FFM Training Centre í Skopje í Norðurmakedónia.  

 

Hópurin

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (Danmark)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Hugin Samuelsen, B36

Ólavur Niclasen, KÍ

Janus Svabo Samuelsen, Skála

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, AB

Petur Knudsen, NSÍ

Magnus Holm Jacobsen, B36

Daniel Johansen, HB

Stefan Radosavljevic, B36

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Adrian Justinussen, HB

 

Hini londini í bólkinum eru Ísrael, Spania og Kasakstan. Tá Føroyar og Kasakstan í juni spældu á Svangaskarði, gjørdist úrslitið 3-1 til kasakar. Fáar dagar seinni vann Kasakstan 2-1 á útivølli móti Montenegro.